140x140

Botnkanningar í.s.v. aling

Aling fer fram á flestu firðum í Føroyum, og tí er neyðugt at fylgja við dálkingarstøðuni á aliøkjunum, serliga á botninum undir aliringunum og í økinum rundanum.

Fyri at vita, um ein broyting í botninum stavar frá aling, er tað av týdningi, at botnkanningar eisini fevna um kanningarstøðir, aling ikki hevur árin (samanberingarstøðir).

Botnkanningar er liður í innaneftirlitinum hjá alifeløgum. Tað er tí alifelagið sjálvt, sum syrgir fyri, at botnkanningar verða gjørdar.

Kanningarskrá

Ein kanningarskrá skal gerast áðrenn alifelagið ger fyrstu botnkanningina. Knningarskráin skal lýsa kanningarnar, serliga hvat og hvar kannað verður (knattstøða á kanningarstøðunm).

Kanningarskráirnar skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni áðrenn farið verður undir kanningarnar. Um alifelagið ynskir at broyta kanningarnar, skal nýggj kanningarskrá eisini gerast og góðkennast.

Botnkanningar á aliøkunum skulu gerast í aug/sept á hvørjum ári. Botnsýnini skulu kannast sensoriskt, sum t.d. fevnir um at staðfesta lit og lukt og um bløðrur eru í botninum/evjuni. Sýnini skulu somuleiðis kannast fyri pH, redoxpotentiali, zink, kopar og gløðitap. Triðja hvørt ár skulu djóralívskanningar gerast á øllum aliøkjum.

Tá aliøki er dálkað

Vísir úrslit frá botnkanning, at aliøki er dálkað, t.v.s. at dálkingin er yvir ásett markvirði, skal alifelagið umleggja raksturin á aliøkinum, t.d. við at leggja aliøkið, ella partar av tí, brakk. Um alifelagið ikki sjálvt setur tiltøk í verk fyri at minka um dálkingartrýstið, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at fiskur verður settur út aftur, fyrr enn nýggjar kanningar vísa, at botnurin er komin fyri seg aftur.

Vegleiðing

Botnkanningar á aliøkjum skulu gerast í samsvari við vegleiðingina Umhvørviseftiransing av aliøkjum. Ensk útgáva av vegleiðingini finst eisini: Environmental Monitoring of Fish Farms.

Úrslitini frá botnkanningunum skulu tøppst inn í excel fílu, sum liggur her .

Mannagongd til excel inntøppingarskjalið, liggur her.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Botnkanningar